8. november 2014

Fruktbreyð


Í bindiklubbanum hjá mær fáa vit sjálvdan kakur. Ikki tí, har er fleiri góðir kokkar og bakarar, men líka so nógvar sum ikki leggja í og tíma kakur. Gamaní, eitt kakustykki er ikki at forsmáa, men tað, sum fær klokkurnar at ringja, er góður ostur, gott breyð og eitt gott glas av víni av og á. Afturvið einum góðum práti.

Hetta er eitt grovbreyð við væl av turkaðari frukt í. Tað søta í breyðnum ger, at tað egnar seg sera væl afturvið osti. Eg brúkti bara tað sum eg átti inni av turkaðari frukt - rosinir, dadlir og abrikosir. Man kann saktans brúka m.a. turkaði traneber og bláber í staðin, men ikki sviskir - tað havi eg roynt og tað riggaði ikki.

350 gr. fullkornshveitimjøl
650 gr. hveitimjøl
1 pakka av turrger
6 dl vatn
1 dl súrgaða mjólk ella líknandi
2 súkuskeiðir av rapsolju
1,5 súpuskeið av salti
2 súpuskeiðir av honning
2 tsk. kanel
500 gr. turkað frukt
200 gr hveitimjøl

Blanda alt uttan kanel, frukt og 200 gr, av hveitimjøli og elt væl og leingi. Tað er best við rørimaskinu,  deiggi er nokkso vátt. Klipp dadlir og abrikosir í bitar, meðan deiggið koyrir í rørimaskinuni. Blanda frukt, mjøl og kanel væl og koyr tað í deiggið. Kanska skal meira mjøl í, men ansa eftir ikki at koyra ov nógv í, tí so berður beyðið og turt. Heldur ov lítið enn og nógv.

Set at ganga í umleið 1 tíma ella til tað er dubult so stórt. Koyr deiggi sundur í tvey og ger tvey rund breyð. Set at ganga aftur í 1/2 - 1 tíma.

Baka í 1 tíma á 180 gradir, vanligan ovn - ikki hitaluft.

Væl gagnist.