7. maj 2015

Brokkolisalat við mango, avocado og courgette

Ein starvsfelagið gav mær herfyri eitt vinarligt prik um at tað er alt ov langt ímillum, at nakað hendir á Væl Gagnist. Hon helt, at kanska mangla salat uppskriftir og hon hevur ivaleyst rætt. Eg eri ikki tann stóri salat fjepparin, dugi illa at seta saman og troyttist av salat við tomatum og agurkum. Men salat er so mangt. ein samanseting av ráum grønmeti við ymiskum smakki og konsistensi. Bleytt og broyskni, søtt, beiskt og evt. kryddað. Dressingin bjóðar uppá tað súra og evt salta.

Tilfar

1 brokkoli
1 courgetta
3 avocado
1 lítil leykur ella reyðleykur
1 mango

Dressing

3 súpusk rapsolja
3 súpusk súrepla edik
1 tsk honning
1 tsk dijon sinnop

Rør dressingina saman. Sker brokkoli í bukettir og legg í eitt ílat sum tolir hita. Stoyt kókandi vatn útyvir og lat tað liggja í í 1 minutt. Stoyt vatnið frá og dekka beinanvegin við køldum vatni. Lat brokkoli dryppa av í eini sílu. Sker restina av grønmetinum í pettir. Blanda alt varisliga saman, tá brokkoli er dryppað av. Ver varin, tí mango og avocado eru eitt sindur viðkvom. Blanda dressingina uppí, beint áðrenn salatin verður sett á borðið.

Vit høvdu stoktar kotilettir í grovum pitabreyði afturvið. Í pitabreyðið legði eg eisini nøkur salatbløð.

Væl gagnist.

24. januar 2015

Kanelkaka





Skuffu kakur eru so hugnaligar og lættar og skjótar at taka til. Og ikki minst praktiskar. Skuffu kakan er kakan til alt møguligt. Men tað verður næstan altíð til ta somu skuffu kakuna: sjokoláta kaka við sjokoláta glasur og kokos. Nokkso troyttandi altíð at gera tað sama. So við ynskinum um broyting, havi eg roynt meg fram og her er so eitt boð uppá eina aðra skuffu kaku. Hon er royndarkoyrd nakrar ferðir og góðtikin.

8 dl. súrgað mjólk frá MBM
500 gramm sukur
500 gramm mjøl
4 tsk. natron
20 gramm kanel
200 gramm av smeltaðum margarini
Flormelis at stroya á kakuna

Blandað sukur og natron og rør saman við tí súrgaðu mjólkini. Blanda mjøl og kanel og rør saman við  margarininum í deiggið. Rør tað væl saman.

Legg baki pappír í eina bakarovns skuffu við og stoyt í. 
Baka í 35 minuttir við 200 hitastigum.

Síla flormelis omanyvir tá hon er kólnað eitt sindur.

Væl gagnist.


8. november 2014

Fruktbreyð


Í bindiklubbanum hjá mær fáa vit sjálvdan kakur. Ikki tí, har er fleiri góðir kokkar og bakarar, men líka so nógvar sum ikki leggja í og tíma kakur. Gamaní, eitt kakustykki er ikki at forsmáa, men tað, sum fær klokkurnar at ringja, er góður ostur, gott breyð og eitt gott glas av víni av og á. Afturvið einum góðum práti.

Hetta er eitt grovbreyð við væl av turkaðari frukt í. Tað søta í breyðnum ger, at tað egnar seg sera væl afturvið osti. Eg brúkti bara tað sum eg átti inni av turkaðari frukt - rosinir, dadlir og abrikosir. Man kann saktans brúka m.a. turkaði traneber og bláber í staðin, men ikki sviskir - tað havi eg roynt og tað riggaði ikki.

350 gr. fullkornshveitimjøl
650 gr. hveitimjøl
1 pakka av turrger
6 dl vatn
1 dl súrgaða mjólk ella líknandi
2 súkuskeiðir av rapsolju
1,5 súpuskeið av salti
2 súpuskeiðir av honning
2 tsk. kanel
500 gr. turkað frukt
200 gr hveitimjøl

Blanda alt uttan kanel, frukt og 200 gr, av hveitimjøli og elt væl og leingi. Tað er best við rørimaskinu,  deiggi er nokkso vátt. Klipp dadlir og abrikosir í bitar, meðan deiggið koyrir í rørimaskinuni. Blanda frukt, mjøl og kanel væl og koyr tað í deiggið. Kanska skal meira mjøl í, men ansa eftir ikki at koyra ov nógv í, tí so berður beyðið og turt. Heldur ov lítið enn og nógv.

Set at ganga í umleið 1 tíma ella til tað er dubult so stórt. Koyr deiggi sundur í tvey og ger tvey rund breyð. Set at ganga aftur í 1/2 - 1 tíma.

Baka í 1 tíma á 180 gradir, vanligan ovn - ikki hitaluft.

Væl gagnist.


16. maj 2014

Laksasalat



Einaferð koyrdi eg í einum taxa saman við tveimum starvsfeløgum, harav annar er fótbóltsdómari. Hann og bilførarin, ein inkarnaraður HB'ari, prátaðu um ein dyst í í vikuskiftinum, sum ikki gekst so væl. Teir tóku til at onkur táraði. Eg mótmælti og helt at man kann ikki gráta um fótbólt og báðir svaraðu í senn, at "tað kann man gott!" Eg meini tað! Soleiðis eru vit so ymisk. Fyri nøkrum árum síðan var ein ungur maður fulkomiliga fasineraður av eini samrøðu millum meg og onkran annan. Hann "visti ikki at man kundi snakka so nógv og so leingi um mat".

Eg eri so heppin at hava eina góða vinkonu, sum tímir líka so væl sum eg at lesa um, gera, eta og ikki minst tosa um mat. Sjálvsagt er tað ikki bara matur sum bindur okkum saman, eitt vinalag er ein palet av so nógvum. Men vit eru samdar um at matur er ikki so at kimsa at og alt ov týdningarmikil til ikki at tosa um, sjálvt um onnur kanska troyttast av og á.

Hesa uppskriftina hava vit gjørt saman. Vit høvdu konfirmatión og eg hevði eitt hugskot um okkurt við ráum og royktum laksi saman. Síðan tosaðu og royndu vit okkum fram til rest. Ella eg tosaði og hon var kokkur, ein ikki so galin arbeiðsdeiling.

Salatin var virkuliga væl umtókt og hvarv skjótt. Vit eru samdar um at hon smakkar fantastiska væl.

Ein nokkso stór portión (vit gjørdu dupult so nógv)

Eitt hálvt flak av royktum laksi
Eitt hálvt flak av ráum laksi
1/2 - 1 iceberg salathøvd
1 bakki ella posi av babyspinat bløðum
1 bunti av várleyki
1 miðal glas av kapers, lítil ber ikki tey stóru
1 posi av salatmix, nøtir og kjarnir

Dressing:
1/2 dl sitrónsaft
1/2 dl olivenolja
2 fed av hvítleyki, frísk og pressaði

Rør dressingina saman og lat hana standa meðan tú gert salatina. Sker laksin í lítlar bitar, hann skal ikki karvast, men vera í rættiligum bitum. Sker iceberg nokkso smátt, men lat babyspinatið vera í heilum ella hálvum bløðum. Drena kapers og sker várleykin í flísar, minst til at brúka tann grøna partin eisini. Blanda salat og dressing saman. Smakka teg fram til hvussu nógva dressing tú vilt hava í salatina, so stoyt ikki alla í beinanvegin. Í somu løtu dressingin kemur í samband við laksin, broytist liturin eitt sindur, men soleiðis eigur tað at vera. Sitrónin viðgerð laksin, hóast at hann framhaldandi er ráur. Stoytt kjarnirnar út yvir og servera.

Væl gagnist.

2. april 2014

Kotelettir í sinnops- og honning laka við grønmeti og epla-sellarímorli




Fullkomiliga einfalt: Hetta er leskiligur, sunnur og rímuliga bíligur gerandismatur. Lætt at fara í holt við og tað smakkar virkuliga væl. Tú kanst eta væl við góðum huga og samvitsku.

Hendan uppskriftin er úrslit av, at eg havi fingið ein nýggjan grønmetisskerara. HURRA - aftur ein nýggj køksgadget at royna. Ein sum kann skera í flísar, julienne og chipsbitar. Hann er effektivur og eitt - tvey - trý liggur alt grønmeti í smáum og stórum elegantum bitum á køksborðinum. Akkurát sum í reklamunum. Men sum so ofta sætt áður, fer hesin undurfulli skerarin neyvan at kollvelta mína køksverð. Tá samanumkemur spari eg kanska 5-10 minuttir í skeringartíð og tað eru ikki teir mest strongdelvandi 5-10 minuttirnir í matgerðini. Maturin smakkar hvørki verri ella betri, hvussu hann er skorin.

15. marts 2014

Høsnarungabringa við sesampanering og quinoa salat





Hetta var ein absoluttur vinnari hjá mínum tannáringum. Alt var uppi, ikki ein moli eftir. Og tað kundu vit saktans, tí her er lítið í sum kan elva til ringa samvitsku. Jú kanska tann søta kilisósin, sum riggaði væl afturvið. Men hvør telur niðurí okkum?

Sum onnur eri eg eisini rakt av protein-kvababbilsi og ringari heilsu-samvitsku. Døgverðin var ein roynd at fáa tað sunna at smakka av meira enn góðari samvitsku og plikt. Næstu ferð, sum verður skjótt, verður tað av huga og góðum matarlysti.