Tað var intensiv eting á skránni. Tey fingu sær bæði eina ferð og tvær ferðir og ótu alt - og eg meini alt - varð etið upp. Tað seinast rísi var koyrt í tað seinastu sósina og etið beinleiðis úr grýtuni. Tað smakkaði ordiliga væl.
Eg kalli tað ikki fyri Chicken Tikka Masala einsamalt, men eg seti "a la" frammfyri, tí annars eru tað ivaleyst tey fyrstu 50 (tað má vera ynskidreymar, man eg nakrantíð fáa so nógvar lesarar?) sum siga at hatta er ikki tað rætta tikka masala, tað rætta hevur ingifer og ikki kokosmjólk í ella o.l. og tey hava ivaleyst rætt. Eg eri inspirerað av chicken tikka masala og hetta er mín útgáva.
2 leykir, skornir smátt
2 fed hvítleyk, skorin smátt
rapsolja eftir tørvi
uml. 800 gr. av høsnarunga í bitum
1 spsk garam masala
1 tsk kanel
1 spsk spidskommen
1 tsk koriander
1 lítil frísk ella 1 turkað chili, hakkað ella knúst
salt og pipar
2 spsk tomatkonsentrat ella eina lítla dós
1 dós kokusmjólk
1 tsk sukur
2 dl. reina lættijogurt
Svitsa leyk og hvítleyk í oljuni til leykurin er glarur. Koyr høsnarungabitar í og brúnka væl. Koyr síðan kryddaríðir, kokosmjólk, tomakonsentrat og sukur í og kóka í 10 minuttir. Sløkk undir grýtuni og rør jogurt í, skal ikki kóka. Smakka til.
Vælgagnist
Ingen kommentarer:
Send en kommentar
Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?