18. november 2012

Sitrónsiroppur við vanilju




Summar varð til vetur og ein 4 mánaðar lang summarferia frá vælgagnist er av. Tað er uppá tíðina at koma í gongd aftur. Ein røð av nýggjum uppskriftum hava nú bíða so leingi eftir at koma í cyperspace, at eg eri um at gloyma tær.

Tað er okkurt fantastiskt við sitrónum, tær kunnu alt. Tær anga av hugna og sunnudøgum hjá ommu, men eisini av spennandi arabiskum mati, fantastiskum kryddurtum og enskum morgunmatarborðum við lemon curd.

Í eini scenu í Matador, har tey júst hava frætt, at kríggið er av, tosa tey um alt tað tey hava saknað, fólk, bensin og kaffi. Men Laura sigur, at fram um alt annað hevur hon saknað sitrónir mest.

Fyristilla tær, eitt lív uttan sitrónir! Ella vanilju?

Hesin siroppurin kann brúkast til alt møguligt. Afturvið jogurt, skyr, pannukøkum, út í kaffi og sum søt mótvekt í eini salatdressing. Eg havi eisini brúk tað til at smakka ein sós til við.