20. maj 2012

Rabarbusúltutoy


Rabarbugarðurin hjá mær er ússaligur. Hann er neyvan ússaligur av sær sjálvum, tað er meira sannlíkt at gartnarin ikki hevur skil á at halda ein frískan rabarbugarð.  3 metrar frá mínum rabarbum, standa rabarburnar hjá grannanum, stoltar, sterkar og stórar og tey siga at tey gera einki við tær, tær vaksa bara. Á hvørjum ári standi eg og klóri mær á hárinum og hugsi um, hví mínar ikki eydnast. Heldigvís hava vit aðrar grannar, sum siga at teirra rabarbur eru forvirraðar.



Nú hava rabarburnar verið ávegis í nakrar vikur og fleiri vóru klárar at taka.  Úrslit av dagens høst: 262 gram frískar spinklar rabarbur. So eg valdið at supplera við 130 grammum av jarðberum, nokk til eitt súltutoysglas.

Eg uggi meg við at tað er ikki nøgdin, men dygdin sum er avgerðandi.

262 gram rabarbur í bitum
262 sukur, uml. helvtin syltesukker
1/2 vaniljustong
130 gram fryst ella frísk jarðber
2 spsk sitrónsaft


Sker vaniljustongina í helvt eftir longdini og skava kornini úr. Blanda og skava kornini saman við eitt sindur av sukrinum. Koyr alt í eina grýtu og lat kóka varðliga upp. Lat tað kóka í umleið 10 minuttir, til fruktin næstan ella akkurát er kókað sundur. Stoyt í eitt glas ella krukka.

Súltutoyðið smakkar fantastiskt afturvið nýbakaðum bollum av ølandshveiti.

Vælgagnist.



Dagens høst - 262 gram spinklar, men góðar rabarbur




Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?