22. november 2011

Bollar av ølandshveiti



Bollarnir taka í mesta lagi 5 minuttir at gera, tað vil siga at viga, máta, røra og seta at ganga. Men so mást tú hava tol í í minsta lagi 8 tímar. Meðan tú svevur ella ert til arbeiðis ganga bollarnir seg til ta heiður og æru teir eiga at fáa. Teir eru broysknir uttaná og seigir innaní. Og teir smakka og lukta so fuglarnir syngja í november.





Keypsamtøkan hevur fingið hetta fantastiska mjølið, sum eitur ølandshvedemel. Bollar ella breyð verða eitt sindur myrkt og smakkurin er so góður. Tað er eitt sindur dýrt, uml. 44 kr. fyri 2 kg.,  Men man kann blanda tað við vanligt hveitimjøl, sum eg havi gjørt her.

 

½ litur vatn
uml. 10 gr. ger (eitt klíp av einum gerpakka)
½ litur ølandshvedemel
½ litur hveitimjøl
2 tsk groft salt
1 spsk honning

Grunduppskriftin er 1 partur vatn til 2 partar av ljósum mjølið. Hatta er vert at minnast, so kanst tú royna ymiskar samansetingar av mjøli. Tess meira groft mjøl tú brúkar, tess tyngri verða bollarnir el. breyðið.

Upploys gerina  í vatninum og rør síðani alt saman við eini sleiv. Tað skal bara rørast so tað hongur væl saman. Set at ganga á køksborðinum í minimum 8 tímar. Tú kannst eisini seta tað í køliskápið, tá kann tað standa leingi   - 1 døgn ella kanska longri. Skeiða deiggi á bakiplátu við vátari skeið, hvussu stórir er smag og behag. Mær dámar væl stórar bollar, so eg brúki eina stórari skeið (serveringsskeið). Gert tú teir minni, mást tú stytta um bakitíðina. Um deiggi hevur gingið í køliskápinum, má tað líka vakna í stovihita í uml. ½ - 1 tíma. Hita ovnin til 250 gradir hitaluft. Set bollarnir inn og skrúva niður á 235 gradir hitaluft. Stoyt ein lítlan kop av vatni inn á botnin í ovninum, so fært tú damp, sum er bestu umstøðurnar fyri bakingina og teir verða lekkurt broysknir.

Baka 20 - 25 min, kanska meira. Halt eyga við teimum, hitin er bráður, so tað kann knappliga ganga galið. Bollarnir skulu heldur hava í meira lagi enn í minna lagi.

Vælgagnist 




3 kommentarer:

  1. Hesir verða á skránni her í morgin ári
    Ankara keypti eg ølandshveiti í gjár, og tað veit denn tað kostaði 44,95 fyri 2 kg, but what the heck :-)

    SvarSlet
  2. Tað skuldi vera ANNARS ikki ankara!!

    SvarSlet
  3. Ja tað er dýrt, men tað er gott. Nokk ikki gerandis mjøl, men gott til nýggjársmorgun.

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?