2. april 2012

Súrdeiggj

Rættir menn baka breyð við súrdeiggi. Rættir menn duga eisini at fletta, tjena pengar, smíða, mussa børnini og siga okkurt fornuftigt um politik og mentan. Men heilt rættir menn ganga uppí kvalitet. Teir leggja orku í gera eitt gott breyð frá grundini og røra og kjúkla um súrdeiggi. Teir baka fantastisk vælluktandi breyð, við góðari krummu og broysknari skorpu og servara góðan ost og rullipylsu afturvið.

Tað er bara tað, at  bara vit kvinnur vita av hesum. Bara fáir menn hava fatað, at heimabakað breyð av súrdeiggi er eitt sikkurt skori-trick. Og høvdu fleiri føroyskir menn duga at bakað breyð, hevði trupulleikin við teimum -2.000 so heilt vist verið í minking.

Súrdeiggj krevur tol og ansing, men tað er alt stríðið vert

Hetta súrdeiggi er ein blanding av rug- og hveitimjøli, og kann tí brúkast til bæði ljóst og myrkt breyð. Tað er gjørt av mjøli og vatni, ongum øðrum. Hetta slagið er flótandi og verður ikki fóðra við deiggi, sum tú ert í holt við at baka.

Byrja við at røra 1 dl hveitimjøl, 1 dl rugmjøl og 2 dl av vatni saman. Lat tað standa frammi á køksborðinum í eini krukku ella ílati, sum er dekka við einum klúti ella húsarhaldsfilmi. Tá tað stendur frammi, fært tú betri fylgt við í hvussu tað útviklar seg. Lat tað standa einar 3 - 4 dagar og rør í tí einar 2 - 3 ferðir um dagin. Tú sært at lív er komið í, tá tað byrjar at bobla. Byrja nú at fóðra súrdeiggi við ½ dl. hveiti, ½ dl rug og 1 dl. vatni eina ferð um dagin. Tá súrdeiggi boblar sum á myndini og luktar súrligt er tað klárt at brúka. Tá tú hevur brúkt av tí, fóðrar tú súrdeiggi á sama hátt sum áðrenn.. Goym tað í køliskápinum, um tú hevur nokk, men rør javnan í tí, annars spillist tað. Lat tað standa frammi og vakna tá tú tekur tað úr køliskápinum.

Tá tú bakar riggar tað væl at koyra eitt lítið petti av ger í deiggi, ikki meira enn 5-10 gram, svarandi til eitt klíp av gerpakkanum. Hetta súrdeiggi kann brúkast til alt møguligt breyð, men 2 uppskriftir eru ávegis her vælgagnist.

3 kommentarer:

  1. fóðrar tú altíð súrdeiggj, tá tú hevur tikið tað út úr køliskápinum?
    Eg havi ongantíð gjørt súrdeiggj, fekk fyri nogvum árum síðan frá bróðir, og tað er tað sama, eg nýti enn, men eg taki tað bara út og lati tað standa á køksborðinum 1 døgn, áðrenn eg nýti tað

    SvarSlet
  2. Tað kemur an uppá hvussu leingi tað hevur staðið og hvílt seg í køliskápinum. Hevur tað staðið leingi, so fóðri eg tað dagin fyri og lati tað standa á køksborðinum yvir náttina. Sum oftast er tað nokk at lata tað vakna í frið. Onkuntíð, tá eg havi verið og ferðast, hevur tað staðið so leingi at eg eri byrjað umaftur.

    SvarSlet
  3. Hvussu nógv súrdeiggj brúki eg til 2 rugbreyð (1 litur væta)

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?