22. marts 2012

Blomkálssuppa við rugbreyðsbitum


Í havanum standa 3 treiskar páskaliljur í fullum blóma og sveiggja í vindinum. Vindurin er eisini treiskur, men eg haldi við páskaliljunum. Har knubbast allastaðni í havanum, hann treingir so ræðuliga nógv til eina kerliga hond. Men tað er for kalt og vátt til at eg troysti mær út og eg hugsi at í morgin fari eg út......ella fái mannin at fara út, meðan eg haldi meg til grýturnar.

Henda suppan er gjørd eftir áheitan frá einum fátækum lesandi, sum er langt av landi skotin. Uppskriftin kann koma undir kategoriina skjótt, sera bíligt og nokkso sunt (feittprocentið er nokk í hægra lagið, til at suppan er heilt sunn. Men who cares! Hon smakkar væl og rugbreyðsbitarnir geva góða fyllu, so tú nýtist ikki kjøt.

1 blomkál
2 miðal leykir
olivenolja at steikja í
2 eplir
1½ høsnaboullion (evt. av 4 terningum)
½ tsk timian
1 tsk sukur
1 pk matgerðaróma frá MBM
pipar (úr eini piparkvørn!)

4 - 6 rugbreyðsflísar, ella onkur rest av øðrum breyði (tað kann saktans vera nokkso turt)
2 spsk olivenolja
ein lítlan klump av smør, uml. 1 spsk

Karva leykinarnar og epli og sker blomkál í størri bitar. Steik leykin til hann er glarur. Koyr alt uttan róma í grýtuna og lat tað kóka í 15 minuttir.

Sker skorpuna av breyðnum og sker í bitar. Steik bitarnar í smør og olju á eini pannu við miðal hita, til teir eru sprødir.

Blenda suppuna. Eg brúki ein stavblendara, men tú kannst eisini taka grønmeti burturúr og geva tí ein túr í hvirluni saman við eitt sindur av soðnum. Kóka upp saman við rómanum og smakka til við pipar og salt.

Koyr rugbreyðsbitarnar omaná suppuna í tallerkinum.

Vælgaganisgt


Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?