28. januar 2012

Kardemummukaka

Soleiðis er ein rættur drekkamuður, ein dampandi heitur koppur av te og nýbakað kardemummukaka afturvið. Lukturin av kardemummu og nýbakaðari kaku, ein leygardag seinnapart, er rein nostalgi. Tryggleikin og hugnin saman við góðum fólki, meðan vit tosa um alt og einki.

Kært barn har mange navne og ymiskar uppskriftir. Rosinkaka, kardemummukaka - heima hjá okkum æt hon jólakaka. Eg havi roynt meg fram við ymiskum samansetingum og hetta er tann besta fyri meg. Hon er mjúk, søt og  heldur væl formin. Her er til 2 formar, tí ein kaka er altíð ov lítið.

250 gr. smør ella margarin
375 gr. sukur
500 gr. hveitimjøl
3 stór egg ella 4 smá
4 tsk bakipulvur
3 tsk malin kardemumma
1½ dl. mjólk
150 gr. rosinir

Rør smør ella margarin væl við sukrinum. rør eggini í, eitt í senn. Blanda mjøl, bakipulvur,kardemummu og rosinir saman og rør í deiggið saman við mjólkini.  Stoyt í 2 kakuformar, smurdar ella klæddar við bakipappíri. Kakurnar skulu bakast við 160 gradum hitaluft í 55 minuttir.

Vælgagnist


27. januar 2012

vetrarrullir


Hyllarnar í handlunum eru fyri tíðina á tremur við øllum møguligum lekrum vetrargrønmeti, sum er gott og frískt og ikki minst sunt og bíligt. Tað er absolut ikki nú man skal keypa grøna salat og bleytar og kámar tomatir. Goym salatina til í vár og vend eyguni at alskins káli og rótum og ikki minst purrum, sum eru fantastiskar fyri tíðina. Í dag er ein útgáva við asiatiskum íblástri á skránni. Her er til umleið 10 - 12 rullur, men tá man allíkavæl er í gongd, hevur tað einki uppá seg at gera dupulta portión og bjóða gestum. Veri ikki forskrekt av at tað skal kókast í olju, deiggið drekkur bara heilt lítið feitt í seg.

250 gr. hvítkál
250 gr. gularøtir
½ purra
1 piparfrukt
350 - 400 gr. av toski ella hýsu
2 fed hvítleyk
eitt sindur av rapsolju at steikja í
1 spsk karry
1 spsk sukur
1 spsk. súrepla edik
2 spsk soya
1 pk várrulludeiggj sum fæst í Miklagarði. Ella filodeiggj, sum má klippast í 4 partar
Olju at kóka í: ½ partur rapsolju og ½ partur vindrúukjarnuolju. Tú nýtist ikki koyra meira í grýtuna enn at rullan kann flóta.

Lat várrulludeiggi tiðna í posanum, annars tornar tað. Karva hvítleykin smátt og sker restina av grønmetinum í heilt tunnar strimlar, sum hava nøkurlunda somu stødd.. Purran verður skorin í helvt og síðan í strimlar eftir longdini. Sker fiskin í tunnar skrimlar eftir longdini.  Svitsa hvítleyk og karry stutt í eini steiki- ella wok grýty og koyr hvíttkál og gularøtur í grýtuna og steik við bráðum hita, meðan tú vendur og rørir í, til grønmeti fellur eit lítið sindur saman - bara eitt lítið sindur, tí har skal enn vera bit í. Koyr síðan purrur og piparfrukt í, steik í 1 - 2 minuttir, til man sær at tað er heitt. Rør sukur, soya og edik í og sløkk undir grýtuni.

So kemur rullingin.




Legg eitt ark á borðið so tað liggur skrátt, sum ein diamantur, og pensla ovasta kantin við vatni. Legg eina skeið av grønmeti á, men ansa eftir at væta ikki fylgir við, tí so skrædnar deiggi. Legg 1 - 2 strimlar av fiski omaná og rulla sum sæðst á myndini. Legg fyrst niðast kantin upp um fylluna. Folda síðurnar og rulla saman. Tá tú hevur roynt tær fyrstu tvær, rokni eg við at tað gongur sum eitt spæl.

Hita olju í eini grýtu og kóka til tær eru passaliga brúnar í uml. 4 - 6 minuttir. Lat ikki oljuna gerast ov heita - skrúva ikki plátuna heilt upp. Og so mást tú renna børn, hundar og ófriðalig vaksin út úr køkinum, meðan tú kókar. Heit olja er farlig!

Søt kilisós og soya smakka væl afturvið. Øl ella hvítvín riggar væl til. Vælgagnist.





20. januar 2012

Grovbreyð av ølandshveiti





At knoða eitt breyðdeiggj má ikki undirmetast, tað kann vera rein terapi. Við at elta, hála og knoða, kannst tú fáa allar frustratiónirnar út. Ella sum ein bleyt mýking.....her er eingin endi í associatiónunum. Og tað fantastiska er, at úrslitið er altíð eitt frískt vælluktandi breyð.


Hetta breyðið er gjørt av 2/3 fullkornsmjøli. Men tað kennist ikki soleiðis, tað er mjúkt og ikki serliga tungt. Tað er eitt virkuliga lekkurt gerandisbreyð sum heldur sær leingi. Nýbakað er tað broyski sum franskbreyð. Ølandshveiti gevur ein mjúkan søtan smakk.

Hevur tú eina stóra rørimaskinu, er hon perfekt til hetta endamálið. Tað má vera ein stór maskina, tí portiónin er so stór. Av tí at tað er so nógv groft mjøl í, má deiggið knoðast væl og leingi. Annars er bara at bretta up um armar og knoða.

1 l. lunkað vatn
2,5 dl. rein lættijogurt (eitt virkuliga gott jogurt, MBM eru nakrir knassar! )
25 gr. ger
1½ spsk. groft salt
2 spsk. honning
2 l. fullkorns ølandshveiti (tað fæst í Keypsamtøkuni)
1 - 1½ l. hveitimjøl

Upploys gerina í vatninum og rør alt uttan hveitimjøl í. Rør væl. Knoða nú hveitimjøli í so við og við. Mjøl er ymiskt, tí er tað ikki heilt vist, hvussu nógv hveitimjøl skal í. Deiggj skal heldur vera í vátara lagi enn í turrara lagi. Er tað ov turt, verður breyð tungt og keðiligt. Knoða á borðinum og stroy mjøl so við og við á borðið. Og blív við til tú heldur at tað er nóg seigt og elastiskt.

Lat deiggi ganga til tað er dupult so stórt. Tað kann gott taka nakrar tímar.

Ger til 2 breyð áleið til longdar sum ein bakipláta. Set á hvør sína bakiplátu og set tað aftur at ganga í uml. 1 tíma. Tað skal ganga seg munandi stórt. Tað gongur best har tað er heitt.

Baka við 180 stigum hitaluft í uml. 50 minuttir.

Vælgagnist.

17. januar 2012

Ríssalat við tun




Henda ríssalatin er ein gamal travari frá lestrartíðini, tá tun var modernað og fíggjarætlanin til SU. Nú eru hvít rís yt og brún rís in. Ella kanska eru tey eisini á veg út, tí nýggja norðurlendska matbylgjan sigur at vit skulu eta perlubygg og perluspelt. Eg loyvi mær at vera sein í upptrekkinum og nútíðargeri salatina við brúnum rísum og frystari dild.





3 dl brún rís (Naturris)
6 dl vatn
1 dós av tun í vatni
1 piparfrukt
1 miðal reyðleykur ella vanligur leykur
2½ dl fínar ertrar frystar
2 spsk av frystari dild
1 fed hvítleyk
1 stong blaðsellarí

3 spsk olivenolja
5 spsk sitrónsaft
1 tsk dijon sinnop
1 spsk honning
salt og pipar

Kóka rísini við salti í 35 minuttir og lat tey síðan standa í 5 - 10 minuttir undir loki. Rís halda serliga væl uppá hitan, tað skal smákóka, so skrúva heilt niður fyri plátuni. Sker piparfruktina og leyk í smáar bitar. Blaðsellarí skal flisast á uttarisíðuni, har tað hevur nógvar trevjar. Karva tað smátt. Pressa hvítleykin. Koyr ertrar og dild beinleiðis í rísi, so rísi kólnar og ertrarnar tiðna. Mjølva tunið smátt millum fingrarnar. Blanda alt saman tá rísi er lunkað. Rør dressingina saman og stoyt í beinanvegin.

Salatin hevur gott av at standa eina løtu og trekkja áðrenn hon verður serverað. Rugbreyð ella okkurt groft breyð riggar væl afturvið.

Vælgagnist

13. januar 2012

Sandavágsmakrónir



Kakurnar í Sandavági eru ikki at kimsa at. Har eru dekan-fari nógvar góðar uppskriftir í umferð. Sønderjysk kagebord - go home!

Hesar eru virkuliga góðar og eru altíð fyrst uppi.

5 eggjahvítar
300 gr. flormelis
200 gr. kokos
500 g. marcipan
200 g. myrk chokolada (COOP, sum fæst í Keypsamtøkuni, hevur nakrar myrkar 72% kakao. Tær eru bíligar og sera góðar. Lættar at smelta.)

Píska hvítarnar stívar. Píska flormelis í í smáum. Rív marcipan groft og vend marcipan og kokos í. Eg brúkti ein sproytiposa við stórari rundari tyllu at seta tær á plátuna. Spoytiposanir frá Tubbeware eru virkuliga góðir og lættir at hava við at gera, tí teir eru stórir og man skrúvar tylluna á uttan í frá. Tú kannst sjálvsagt eisini seta tær á bakiplátu við teskeið. Bakimáttir, sum kunnu brúkast umaftur, er nógv best í hesum samanhanginum. Marengs hevur ein tendens til at klistra fast í vanligt bakipappír, men ikki í bakimáttirnar.

Baka í 15 minuttir við 140 gradir hitaluft.

Lat tær kólna á plátuni.

Dyppa smákakurnar í smeltaðari chokoladu tá tær eru kaldar. Eg plagi at smelta chokoladu í mikroovni. Brót hana í smá petti og tendra til maximum styrki í 30 sekund í senn í fyrstuni og síðan í 15 sekund í senn. Rør væl ímillum. Tá chokoladan er hálvsmeltað, skalt tú røra væl og vita um ikki restin smeltar, meðan tú rørir. Ansa eftir, at chokoladan ikki verður ov heit, tí so spillist hon.

Vælgagnist

12. januar 2012

Suppa til nógv



Hesar myrku køldu mánaðarnar, er gott at síggja fólk, sjálvt um orkan til gestaboð ikki er tann mesta. Ein góð heit suppa við nógvari fyllu er væl hóskandi og ikki óyvirkomilig at gera, tá tú fært nógvar gestir.

Henda portiónin var ríkiligt til 20 fólk og nokk til døgverða dagin eftir. Tú skalt brúka eina 15 liturs grýtu og eina minni til at kóka pasta í

5 - 6 stórar leykir
6 - 7 fed hvítleyk
2 kg gularøtir
2/3 blaðsellarí
750 g til 1 kg fínar ertrar
½ - 1 kg pasta (smag og behag)
450 - 500 gr. bacon (3 pakkar av teimum í bitum)
eitt sindur av olivenolju at steika í
2 ds. kidneybønir, gjarna í kilisós
2 dósir á 140 gr. tomatkonsentrat
1 spsk timian
2 spsk sukur
2 spsk súreplaedik
8 litur suppu (eg brúkti klar boullion 16 terningar)

Byrja við at skera og karva alt sum karvast kann. Leykir groft, hvítleyk fínt, gularøtir í flísar, blaðsellarí í tunnar flísar, bacon í smáar bitar. Kóka pasta so tað er næstan la dente. Fyri at stytta um tíðina kannst tú kóka pasta fyrst og síðan seta vatn útá í grýtuni, so verður skjótari at kóka suppuna  upp.

Svitsa bacon í olivenolju. Tak tað upp við eini sóspón og svitsa alt grønmeti, uttan ertar, til leykurin sær klárur út. Koyr meira olivenolju í, um tað er neyðugt. Koyr tomatkonsentrat í og lat tað svitsa við eina lítla løtu. Stoyt suppu í ella vatn og terningar. Tá tað er komið uppá kók, skulu baconbitarnir í aftur saman við timan og lat tað kóka í max 10 minuttir. Fylg við hvussu gularøturnar skikka sær, tær mugu endiliga ikki gerast ov bleytar, men hava bit í. Koyr kidneybønir við vætu í , kóka upp og sløkk. Lat sukur, edik, frystar ertar og pasta í, legg lokið á og lat tað standa til tað er klárt at eta. Smakka til. Grýtan er so stór, at hon kólnar ikki í bræði.

Hav heimabakað breyð afturvið.

Vælgagnist.