27. januar 2012

vetrarrullir


Hyllarnar í handlunum eru fyri tíðina á tremur við øllum møguligum lekrum vetrargrønmeti, sum er gott og frískt og ikki minst sunt og bíligt. Tað er absolut ikki nú man skal keypa grøna salat og bleytar og kámar tomatir. Goym salatina til í vár og vend eyguni at alskins káli og rótum og ikki minst purrum, sum eru fantastiskar fyri tíðina. Í dag er ein útgáva við asiatiskum íblástri á skránni. Her er til umleið 10 - 12 rullur, men tá man allíkavæl er í gongd, hevur tað einki uppá seg at gera dupulta portión og bjóða gestum. Veri ikki forskrekt av at tað skal kókast í olju, deiggið drekkur bara heilt lítið feitt í seg.

250 gr. hvítkál
250 gr. gularøtir
½ purra
1 piparfrukt
350 - 400 gr. av toski ella hýsu
2 fed hvítleyk
eitt sindur av rapsolju at steikja í
1 spsk karry
1 spsk sukur
1 spsk. súrepla edik
2 spsk soya
1 pk várrulludeiggj sum fæst í Miklagarði. Ella filodeiggj, sum má klippast í 4 partar
Olju at kóka í: ½ partur rapsolju og ½ partur vindrúukjarnuolju. Tú nýtist ikki koyra meira í grýtuna enn at rullan kann flóta.

Lat várrulludeiggi tiðna í posanum, annars tornar tað. Karva hvítleykin smátt og sker restina av grønmetinum í heilt tunnar strimlar, sum hava nøkurlunda somu stødd.. Purran verður skorin í helvt og síðan í strimlar eftir longdini. Sker fiskin í tunnar skrimlar eftir longdini.  Svitsa hvítleyk og karry stutt í eini steiki- ella wok grýty og koyr hvíttkál og gularøtur í grýtuna og steik við bráðum hita, meðan tú vendur og rørir í, til grønmeti fellur eit lítið sindur saman - bara eitt lítið sindur, tí har skal enn vera bit í. Koyr síðan purrur og piparfrukt í, steik í 1 - 2 minuttir, til man sær at tað er heitt. Rør sukur, soya og edik í og sløkk undir grýtuni.

So kemur rullingin.




Legg eitt ark á borðið so tað liggur skrátt, sum ein diamantur, og pensla ovasta kantin við vatni. Legg eina skeið av grønmeti á, men ansa eftir at væta ikki fylgir við, tí so skrædnar deiggi. Legg 1 - 2 strimlar av fiski omaná og rulla sum sæðst á myndini. Legg fyrst niðast kantin upp um fylluna. Folda síðurnar og rulla saman. Tá tú hevur roynt tær fyrstu tvær, rokni eg við at tað gongur sum eitt spæl.

Hita olju í eini grýtu og kóka til tær eru passaliga brúnar í uml. 4 - 6 minuttir. Lat ikki oljuna gerast ov heita - skrúva ikki plátuna heilt upp. Og so mást tú renna børn, hundar og ófriðalig vaksin út úr køkinum, meðan tú kókar. Heit olja er farlig!

Søt kilisós og soya smakka væl afturvið. Øl ella hvítvín riggar væl til. Vælgagnist.





Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?