20. januar 2012

Grovbreyð av ølandshveiti





At knoða eitt breyðdeiggj má ikki undirmetast, tað kann vera rein terapi. Við at elta, hála og knoða, kannst tú fáa allar frustratiónirnar út. Ella sum ein bleyt mýking.....her er eingin endi í associatiónunum. Og tað fantastiska er, at úrslitið er altíð eitt frískt vælluktandi breyð.


Hetta breyðið er gjørt av 2/3 fullkornsmjøli. Men tað kennist ikki soleiðis, tað er mjúkt og ikki serliga tungt. Tað er eitt virkuliga lekkurt gerandisbreyð sum heldur sær leingi. Nýbakað er tað broyski sum franskbreyð. Ølandshveiti gevur ein mjúkan søtan smakk.

Hevur tú eina stóra rørimaskinu, er hon perfekt til hetta endamálið. Tað má vera ein stór maskina, tí portiónin er so stór. Av tí at tað er so nógv groft mjøl í, má deiggið knoðast væl og leingi. Annars er bara at bretta up um armar og knoða.

1 l. lunkað vatn
2,5 dl. rein lættijogurt (eitt virkuliga gott jogurt, MBM eru nakrir knassar! )
25 gr. ger
1½ spsk. groft salt
2 spsk. honning
2 l. fullkorns ølandshveiti (tað fæst í Keypsamtøkuni)
1 - 1½ l. hveitimjøl

Upploys gerina í vatninum og rør alt uttan hveitimjøl í. Rør væl. Knoða nú hveitimjøli í so við og við. Mjøl er ymiskt, tí er tað ikki heilt vist, hvussu nógv hveitimjøl skal í. Deiggj skal heldur vera í vátara lagi enn í turrara lagi. Er tað ov turt, verður breyð tungt og keðiligt. Knoða á borðinum og stroy mjøl so við og við á borðið. Og blív við til tú heldur at tað er nóg seigt og elastiskt.

Lat deiggi ganga til tað er dupult so stórt. Tað kann gott taka nakrar tímar.

Ger til 2 breyð áleið til longdar sum ein bakipláta. Set á hvør sína bakiplátu og set tað aftur at ganga í uml. 1 tíma. Tað skal ganga seg munandi stórt. Tað gongur best har tað er heitt.

Baka við 180 stigum hitaluft í uml. 50 minuttir.

Vælgagnist.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?