26. februar 2012

Kalvafiskur í mayonaise



Retro er in og hetta er retro so tað baskar, ein travari sum ikki kann leggjast niður. Ólavsøkuaftan verða stórar portiónir av kalvafiski í mayonaise framleiddar, við sveittabroti og stórari gleði, til náttverðan um kvøldið. Síðan eta ólavsøkugestirnar tað til morgunmatar (um tey eru vakin), á middegi, seinnapartin, um kvøldið og um náttina. 30. juli verða seinastu restirnar pakkaðar í plastíløt, til gestirnar at hava heim við aftur. Nú var ein 30 ára føðingardagur í familjuni og boð vóru aftur send eftir kalvanum.

Hetta er retro og skal pyntast sum alt varð pyntað í 70'unum. Totalt yvirdimensionerað og við nógvari dressing. Eingin minimalisma her, takk! Nú verður tað ofta kallað kalvasalat, men tað er altso ikki tað sama. Kalvasalat er sjálvsagt rættari málsliga. Samanborið við annan fisk, hevði kalvafiskur verið seiðafiskur ella laksafiskur. Men tað er so keðiligt altíð at vera politisk korrekt. Við síni søgu á túsundtals veistluborðum, haldi eg fast í at kalvafiskur í mayonaise er eitt mentanarfenomen og hevur listarligan rætt til sítt navn.

Til eitt stórt fat

500 - 600 gram av kókaðum kalva
salt, sukur og edik til soðið
300 gram rækir
5 harðkókaði egg
2-3 tomatir
½ agurk
1 sitrón
svart ella reytt kaviar (tað er altso ikki ekta, bara litaði rogn)
karsi

Dressing:
250 gram mayonaise
7,5 dl (3 íløt) súrrómi 18% (brúka tann frá MBM, hann er nógv tann besti)
1 spsk dijon sinnopur
½ tsk sukur
1 tsk sitrónsaft
salt


Kókað kalvan í 10 minuttir í góðari tíð. Koyr salt, sukur og edik í soðið, uml ein spsk av hvørjum. Lat kalvan kólna í soðnum. Rør dressingina saman. Sker egg og tomatir í bátar, agurkina í flísar og sitrónina í flísar ella bátar. Lat rækjurnar dryppa væl av í einum dørslagi.

Mjølva kalvan millum fingrarnar, so hann verður lættari. Lat hann endiliga ikki verða í ov stórum bitum, tí so verður hann ov tungur. Stoyt fyrst helvtina av dressingini út yvir og trýst við eini skeið smá holt niður í so dressing og fiskur blandast eitt sindur. Dekka síðan við restini av dressingini. Pynta við rækjum, egg, tomat, agurk, sitrón, kaviar og karsi. Og dámar tær ikki kaviar, so letur tú bara vera við at brúka tað. Brúka hugflogið og pynta, men pynta tætt, eingin plettur av dressing skal vera berur.

Vælgagnist.




1 kommentar:

  1. Hey :)
    Skal sukuri, eddikin og salti í soði, tá kalvin er liðugur at kóka?

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?