15. februar 2012

Salat í februar


Eg havi í áravís roynt at fáa okkurt gott burturúr rósinkáli, men hvørja ferð er tað endað við onkrum, sum fær meg at hugsa um røddina hjá Lauru Joensen, sum sigur: " Eg hati rósinkál!". Tað var røddin hjá eini fittari bamsu í eini teknirøð í SVF. Men ikki hesuferð.

Kál riggar væl til salatir, bara tað er skorið nóg tunt og tað er genialt saman við frískum kryddurtum. Ein fullkomiliga gloymd kryddurt er karsi, sum mest hevur verið brúkt til pynt. Men í eini vetrarsalat, dámar mær tað virkuliga væl. Breiðblaðað persillu fær man í Miklagarði og vónandi eisini skjótt í Keypsamtøkuni. Tað smakkar frískt og lætt og passar væl til nærum alt sum eitur salat.

Portiónin er stór, nokk ov stór til eina vanliga máltíð, men man kann altið goyma til dagin eftir ella bara gera hálva portión. Hesar nøgdir passa væl til, hvussu rávørurnar koma úr handlinum.

Ein bivirkningur er, at tað er nokkso sunt.

500 g frísk rósinkál
1 purra
200 gr. av fínum grønertrum (frystar)
1 pk breiðblaðað persilla, t.e. 2 nevar aftaná at stelkurin er kliptur av
1 - 2 bakkar av karsi. Brúka 2 um tú ikki fært persillu
1 granatepli
80 - 100 gr. av hessilnøtum

Dressing:
2 spsk olivenolja
3 spsk súreplaedik
salt

Rista hessilnøturnar á eini heitari turrari pannu, til tú luktar nøtaluktir. Hav ikki alt ov bráðan hita, tí tær brennast skjótt. Sker niðastu stammuna av  hvørjum rósinkáli sær og tak tey uttastu bløðini av. Hav tol, tað tekur eina løtu. Sker tey í heilt fínar strimlar. Her er ein hvirla ella onnur køksmaskina perfekt at nýta. Purran skal hava somu viðgerð. Um tú sker purruna hálvt ígjøgnum eftir longdini, fara ringarnir betri sundur. Tiðna ertrarnar í eini skál, við at stoyta kókandi vatn út yvur. Karva persilluna groft og klipp karsina av. Karva nøtirnar groft. Brót granatepli í pettir og skava kjarnirnar út. Rør olju, edik og salt saman. Blanda alt í eini stórari skál. Eg koyrdi helvtina av granateplinum og nøtunum omaná, tí tað sær betri út. Tað blandast allíkavæl tá man tekur burturúr.

Vælgagnist.





Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?