3. februar 2012

Ovnsteikt rótakips

Bakaðar rótfruktir er vorðið eitt stórt hitt. Tað skilji eg  væl tí tað smakkar væl og riggar til bæði fisk og kjøt. Tað hevur ein góðan søtleika í sær, uttan at tað verður ov nógv.Sum kips riggar tað væl einsamalt við eini góðari dressing afturvið. Næstan sum kips og mayo, bara nógv sunnari og lekkrari.

Ein vinkona hjá mær dugdi ikki at síggja, hvat var so fantastiskt í bakaðum rótfruktum. Hon segði, at hvørja ferð hon fær tað, heldur hon tað hava ein ávísan smakk av mold. Eg kann væl fylgja henni í hesum, tí rótfruktir - og serliga reyðrøtir - SKULU hava sýru í, tað kann vera sitrón, súr appelsin, súreplaedik ella annar edikur. Rótfruktir eru virkuliga lekkrar tá tær eru tilgjørdar rætt. Her royni eg eisini at supplera tað søta.



 - 4 - 6 stór epli (uml. 1 pr. persón)
 - 800 - 1000 gr. av rótfruktum - vel í     millum reyðrøtur, rótsellarí, pastinak, gularøtur, persillurøtur, mairøtir, tað sum tú eigur ella fært fatur á.
 - Saft av eini sitrón ella 2 - 2½ spsk frá fløsku
 - 2 spsk. olivenolja
 - 1 spsk honning
 - 1½ tsk salt, gjarna kryddsalt, men brúka so 2 tsk.







Flys epli og grønmeti og sker tað í stavar sum til kips. Tey skulu hava somu stødd. Legg í eina bakarovnsskuffu. Rør sitrón, olju, honning og salt saman og vend alt væl saman. Liturin í reyðrótum smittar illa, Um tú ikki vilt hava reyðar hendur í 2 dagar, er eitt gott hugskot at brúka eingangshanskar ella at koyra plaskikposar uppá hendurnar. Minnst til, hendurnar eru besta amboðið í køkinum, tað er eingin orsøk til at dálka eina skeið, tá tú hevur hendurnar.

Baka í ovninum við 185 hitastig í hitaluft í 45 minuttir. Men hygg at teimum av og á, tí ovnar eru ymiskir.

Vælgagnist.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?