15. marts 2014

Høsnarungabringa við sesampanering og quinoa salat





Hetta var ein absoluttur vinnari hjá mínum tannáringum. Alt var uppi, ikki ein moli eftir. Og tað kundu vit saktans, tí her er lítið í sum kan elva til ringa samvitsku. Jú kanska tann søta kilisósin, sum riggaði væl afturvið. Men hvør telur niðurí okkum?

Sum onnur eri eg eisini rakt av protein-kvababbilsi og ringari heilsu-samvitsku. Døgverðin var ein roynd at fáa tað sunna at smakka av meira enn góðari samvitsku og plikt. Næstu ferð, sum verður skjótt, verður tað av huga og góðum matarlysti.


700 - 800 gram av høsnarunga bringu. Eg brúkti høsnarunga innarafilét, men tað var av tilvild.
1 egg
Sesam, at panera við. Eg brúkti umleið ein hálvan posa.
Salt og pipar

3 dl hvít quinoa. Tey reyðu og svørtu kosta dupult so nógv og eg smakki ongan mun.
Umleið 250 gram av frystum fínum ertrum.
3 avokado
1 neva av frystari persillu
1 dl sitrónsaft
1- 2 súpsk. av honning
3 súpuskeið. av rapsolju
Salt

Kóka quinoa eftir vegleiðingina á pakkanum, koyr salt í tá tað er kókað. Blanda ertrarnar í, meðan quinoa er heitt, so tiðna tær beinanvegin. Blanda síðan persillu í. Rør dressingina saman og smakka til við honningini, tað er ymiskt sum ein dámar søt, súrt og salt. Sker avokadoina í bitar tá quinoa er kølnað. legg bitarnar omaná quinoa og stoyt dressingina á, so tú tryggjar at avocadoin er væl dekkað av dressing, annars verður hon brún. Vend alt lættliga saman. 

Ein heil høsnarunga bringa er ov stór til hetta endamálið, so sker hana í 2 - 3 long petti, á leið á stødd við innarafilét. Kryddað við salti og pipari. Píska eggið í eini suppuskál og stoyt sesam í eina aðra. Vend høsnarungan í eggi og síðan í sesam. Steik á pannu í rapsolju við ikki ov bráum hita .

Søt kilisós riggar væl afturvið.


Væl gagnist.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?