8. december 2011

Langtíðarstokt lambasteik

á veg inn í ovnin

Klassikur sunnudagsdøgverði við einum eyka "pifti".

Dovnir sunnudagar, tá man hevur tíð til at døgverðin er ávegis í fleiri tímar og  tíð til at sita til borðs og njóta matin. Man kann eta ov nógv, sjálvt um tað ikki er politisk korrekt, tí sofan stendur beint við síðuna av. Og tá man hevur ligið eina løtu er tíðin komin til kaffi og dessert.


Mær dámar betri lambsbógv enn lambskjógv. Bæði smakka væl, men bógvur er saftigari og lættari av fáa góður. Keypsamtøkan hevur av og á nakrar íslendska lambsbøgir, sum eru strektir og kosta ikki so nógv. Seinast tað var tilboð keypti eg fleiri til boksina. Virkuliga gott at eiga inni.

Tilføj billedtekst


Karva 1 - 2 leykir og 3 - 4 hvítleyksfed. Um tú fært fatur á frískum kryddurtum, brúka so tað, tað er virkuliga lekkurt. Miklagarður plagar í vikuskiftinum at hava frískar kryddurtir. Annars ber sjálsagt væl til at brúka turkaðar. Til lambskjøt riggar timian, salvie ella rosmarin væl. Eg átti eitt sindur undir kavanum í havanum. Legg í botnin av steikisúgvini. Smyr lambskjøtið við olivenolju, gníggja við salti og legg lambasteikina omaná.

aftaná 2 tímar




Steik í 140 gradir hitaluft í 2 - 3 tímar, alt eftir um tað er ein bógvur ella kjógv og hvussu stór steikin er.

Er skinnið ikki so broyski, gev so steikini eina lítla løtu við bráum hita uttan lok, meðan tú ansar eftir at hon ikki brennist.

Lambskjøtið fær ein fanstastiskan smakk av av steikja so leingi við kryddurtum, leyki og hvitleyki.





Lambasteik við vetrargrønmeti



Vit høvdu reyðrótasalat og bakað reykál afturvið. Vit høvdu onga sós, men tað kann man jú saktans gera


Vælgagnist.

1 kommentar:

  1. Vit langtíðarsteikja eisini, men tá seta vit ovnin á 100 gradir við yvir og undirhita. Nýta steikitermumetur :)

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?