6. december 2011

Mjúk tomatsuppa

Hetta er góður kavamatur, barnavinarligt og sunt. Nokk av grønmeti, sum er har, men ikki sæðst. Um man vil hava tað at fylla meira, ella kanska skora nøkur bílig point hjá børnunum, riggar tað væl at koyra pasta í suppuna.

Hvítleyksbreyð, í øllum møguligum variantum, er ein stór succes heima hjá okkum. Tað keypta er ræðuliga ósunt, men smakkar eisini ræðuliga væl, so tað fáa vit bara av og á - og so áttu vit tað sjálvandi ikki í boksini. Eg skar nakrar flísir av grovbreyðið, rørdi olivenolju og pressaðan hvítleyk saman, sum eg smurdi á flísarnar. Breyðið varð stokt á pannuni. Tað luktar og smakkar av summar og Italia og hvør moli verður etin.

Leif Sørensen karvar  leyk og grønmeti í bókini hjá sær. Tað ljóðar nokkso gott, so eg fari at gevast at hakka og byrja at karva í staðin.

2 dósir av flustum tomatum
1 dós tomatkonsentrat - tann størra
2 leykir - karvaðir
2 fed hvítleyk - karva
3 gularøtir - groftrivnar
3 miðal epli - groftrivin
ein rest av karvaðum sellarí ella øðrum grønmeti, sum man nú eigur inni ella dámar væl
1 litur høsna ella grønmetisboullion
Frískar ella turkaðar kryddurtir: timian, merian, basilikum, eitt disp av hvørjum
1 tsk sukur
1 - 1½ dl. matgerðarróma frá MBM ( fantastiskt produkt)
salt og pipar.

Svitsa grønmeti í raps- ella olivenolju í eini grýtu. Koyr alt uttan róma í og smákóka í uml. 15 minuttir frá tað er komið uppá kók aftur. Blenda alt saman við rómanum og smakka til.

Vælgagnist




Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?