2. december 2011

Jarðberjasúltutoy

Mær dámar allarbest mat sum er heimagjørdur. Njótilsi av at eta nýbakað rugbreyð við heimagjørdum súltutoyðið afturvið einum góðum temunni er praktfult. Serliga hesa myrku tíðina. Heimagjørt súltutoy hevur einki uppá seg at gera. Tað verður gjørt av ordiligum rávørum og smakkar 10 ferðir betri enn tað keypta haldi eg. Um summarið eru rabarbur á skránni, og um veturin geri eg súltutoy úr frystum berjum. Man kann varierað óendaligt. Meginreglan er forholdið 1:1  - frukt:sukur. Men ber eru søt í sær sjálvum, og eg haldi at tað smakkar frískligari um tað ikki er so søtt. Tí koyri eg 100 gr. minni sukur, enn frukt til hesa uppskriftina. Pakkar við øðrum sløgum av berum eru vanliga 300 gr,. og tá brúki eg 200 - 250 gr. av sukri. Tað riggar ikki til øll sløg av frukt, til appelsinsúltutoy koyri eg líka nógv sukur sum frukt. Tað stuttliga er at gera smáar portiónir, tí so kann man variera og ikki altíð eta tað sama.

500 gr. fyrst jarðber (ein pakki)
400 gr. súltusukur (eg átti bara 300 gr. inni og koyrdi so 100 gr. av vanligum afturat og tað riggaði væl.)
1 vaniljustong
2 - 3 spsk av citrónsaft

Súltusukri ger at súltutoyðið verður stívt, um tú brúkar vanligt sukur verður tað nokkso flótandi. Men tað kemur jú an uppá hvussu man dámar tað. Klúgv vaniljustongina, skava kornini úr og koyr stong og korn í grýtuna saman við berum og sukri. Set at kóka við ikki ov bráðum hita, ansa eftir at sukri karameliserar. Lat tað smákóka í 15 minuttir og koyr citrónsaftina í og tak vaniljustongina uppúr. Mosa møguliga berini eitt sindur og - vupti - súltutoy'ið er liðugt. Goym í køliskápinum.

Vælgagnist

2 kommentarer:

  1. hetta má gerast til w.e. - "holdbarhed"?
    AM

    SvarSlet
  2. Av tí at har er minni enn helvtina av sukri má tað goymast í køliskápinum. Men har er allíkavæl so mikið av sukri í at tað heldur sær rættiliga leingi har. Í stovuhita spillist tað skjótt

    Hurra, mín fyrsti viðmerkjari.

    Nú vælgagnist eisini at hitta á facebook

    http://www.facebook.com/pages/V%C3%A6lgagnist/270370266343937

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?