15. december 2011

Sós við høsnarunga


Hetta er raðfestingin til hendan sunnudagsdøgverðan. Hvussu fær man eina geniala sós og saftigan høsnaunga afturvið. Tað er - ok - nokkso gamaldags matur, men kvalitetur og eitt stórt hit hjá børnunum. Tað einasta ósunna við døgverðanum er, at vit ótu ov nógv. So tað var gott at tað var sunnudagur.





Tú skalt helst brúka eina grýtu við loki sum kann fara inn í ovnin. Ver varin við plastikloki tað kann smelta. Brúka annars eina steikisúgv, men  ger tær ómak at fáa alla saft og kraft frá steikingini við frá pannuni.


1 høsnarungi 1300 gr. ella meira
uml. 8 gularøtir
½ sellarírót
4 leykir
3 - 4 fed hvítleyk
frískt timian ella eitt drúss av turrari (spell at man ikki kann fáa frysta)
1 appelsin skorin í 4 - 6 stór petti
2 spsk av mjøli
½ litur av høsnarungaboullion
½ pakka av matgerðarróma frá MBM



Høsnarungin verður saltaður innan og uttan.
Legg 2 pettir av appelsin og eitt sindur av kryddurturm inn í høsnarungan.
Snøra høsnarungan, tað kann man gera soleiðis.


Sker grønmeti í stórar bitar. Karva hvítleykin groft.
Brúnka høsnarungan á øllum síðum í grýtuni í rapsolju og eitt sindur av smør. Tak hann upp og steik grønmeti eina løtu í grýtuni. Koyr appelsin,  mjøl og kryddurtir í grýtuna, blanda saman, stoyt boullion í og legg høsnarungan omaná. Legg lokið á og set í heitan bakarovn, 185 gradir hitaluft í ein tíma. Brúka tú steikisúgv, kóka so pannuna av við boullion'inum, áðrenn tú stoytir tað í.

Tá steikitíðin er liðug, leggur tú høsnarungan til viks og dekkar hann til við staniol. Ger tað sama við grønmeti til at hava afturvið. Síla soðið og kókað tað eitt sindur inn saman við rómanum. Er sósin ov tunn, kannst tú javna hana við mjøli, sum tú rørir við eitt sindur av sósini - bara eitt sindur, tað skal vera tjúkt, annars klumpar javningin. Smakka til og lita hana brúna. Og so er hon klár, ein góð sunnudagssós.

Dámar tú  ikki appelsinsmakkin, kanst tú bara gera tað uttan og smakka sósina til við onkrum súrligum, ljósan edik ella sitrónsaft, 1 - 2 spsk.

Vit høvdu ovnsteikt epli afturvið. Stór epli sum eru flust og skorin í helvt uppá langs. Pensla við olivenolju og salta. Set tey í eitt eldfast fat í ovnin samanvið høsnarunganum í 45 minuttir.

Vælgagnist.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?