7. maj 2015

Brokkolisalat við mango, avocado og courgette

Ein starvsfelagið gav mær herfyri eitt vinarligt prik um at tað er alt ov langt ímillum, at nakað hendir á Væl Gagnist. Hon helt, at kanska mangla salat uppskriftir og hon hevur ivaleyst rætt. Eg eri ikki tann stóri salat fjepparin, dugi illa at seta saman og troyttist av salat við tomatum og agurkum. Men salat er so mangt. ein samanseting av ráum grønmeti við ymiskum smakki og konsistensi. Bleytt og broyskni, søtt, beiskt og evt. kryddað. Dressingin bjóðar uppá tað súra og evt salta.

Tilfar

1 brokkoli
1 courgetta
3 avocado
1 lítil leykur ella reyðleykur
1 mango

Dressing

3 súpusk rapsolja
3 súpusk súrepla edik
1 tsk honning
1 tsk dijon sinnop

Rør dressingina saman. Sker brokkoli í bukettir og legg í eitt ílat sum tolir hita. Stoyt kókandi vatn útyvir og lat tað liggja í í 1 minutt. Stoyt vatnið frá og dekka beinanvegin við køldum vatni. Lat brokkoli dryppa av í eini sílu. Sker restina av grønmetinum í pettir. Blanda alt varisliga saman, tá brokkoli er dryppað av. Ver varin, tí mango og avocado eru eitt sindur viðkvom. Blanda dressingina uppí, beint áðrenn salatin verður sett á borðið.

Vit høvdu stoktar kotilettir í grovum pitabreyði afturvið. Í pitabreyðið legði eg eisini nøkur salatbløð.

Væl gagnist.

24. januar 2015

Kanelkaka





Skuffu kakur eru so hugnaligar og lættar og skjótar at taka til. Og ikki minst praktiskar. Skuffu kakan er kakan til alt møguligt. Men tað verður næstan altíð til ta somu skuffu kakuna: sjokoláta kaka við sjokoláta glasur og kokos. Nokkso troyttandi altíð at gera tað sama. So við ynskinum um broyting, havi eg roynt meg fram og her er so eitt boð uppá eina aðra skuffu kaku. Hon er royndarkoyrd nakrar ferðir og góðtikin.

8 dl. súrgað mjólk frá MBM
500 gramm sukur
500 gramm mjøl
4 tsk. natron
20 gramm kanel
200 gramm av smeltaðum margarini
Flormelis at stroya á kakuna

Blandað sukur og natron og rør saman við tí súrgaðu mjólkini. Blanda mjøl og kanel og rør saman við  margarininum í deiggið. Rør tað væl saman.

Legg baki pappír í eina bakarovns skuffu við og stoyt í. 
Baka í 35 minuttir við 200 hitastigum.

Síla flormelis omanyvir tá hon er kólnað eitt sindur.

Væl gagnist.