13. juli 2012

Daimís lagløka við jarðberum


Hásummar og háárstíð fyri veistlur. Brúdleyp, føðingardagar, ættarstevnur, studentajubileum, you name it. Og Ólavsøkuna, gloym ikki hana. Samfelagið koyrir við niðursettari ferð, uttan har tey bjóða fram dúkar, stakar, serviettar og kjólar. Tey sum enn ikki hava fingið tíð til frisør, kunnu tað sama gloyma tað, allar tíðir eru langt síðani farnar. Matvørahandlarnir eru á tremur við berum og spennandi fruktum og goymslurnar hjá rúsuni eru fullar, giti eg.

Tað er stuttligt at fáa gestir, familju og vinir, sum eru komin heim at ferðast. Og so hini sum hava feriu og góða tíð.


Hendan dessertin er góð til bæði lítil, ung, miðal og eldri. Tann søti ísurin, saman við frískligum berum, er praktfult og summarsligt. Her er uppskrift til 2 íslagkøkur, tí ein er altíð ov lítið.


Botnar

9 eggjahvítar (pasturiseraðir 6 íløt)
400 gram flormelis
300 gram hessilnøtir

Karva nøtirnar heilt fínt í eini hvirlu. Píska hvítarnar stívar og píska flormelis í fleiri umførum, so tað gerst eitt sindur seigt. Vend nøtirnar í og blanda varisliga saman. Smyr 2 springformar og fordeil nøta-marengsblani í. Baka í hitaluft 150 hitastig í 50 minuttir.

Set botnarnar at kólna í forminum.

Ísur

1 litur av róma
200 gram sukur
10 eggjareyðar (pasturiseraðir 5 íløt)
4 stór daim (stór daim = dupult daim)

Karva daimini í bitar. Píska eggjareyðar og sukur væl til tað er ljóst og luftigt. Píska róman stívan. Vend fyrst daim í eggjareyðarnar og vend síðan alt saman. Stoyt omaná teir køldu botnarnar í formunum.

Legg lok á um tú eigur eitt sovorið til springformarnar, ella dekka væl til við staniol. Set at frysta.

Pynta við jarðberum og møguliga øðrum berum

Vælgagnist og góða summarveistlu.




Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?