31. maj 2012

Spíðs- og blomkáls salat



Endiliga vár! Endiliga er tað næstan summar. Fram við grillini og havamøblunum. Nú er summargrønmeti á skránni. Summargrønmeti er ikki bara grøn salat, ruccola, tomatir og agurkir. Tað er eisini spíðskál, blomkál, asparges, ertrar, nýggj epli og mangt annað. Frískt vælangandi summargrønmeti skal ikki krógvast í ov nógvum sósum og sterkum dressingum. Tær eru broysknar og smakka væl akkurát sum tær eru, dressing skal ikki vera meira enn akkurát soleiðis at hon stuðlar undir smakkinum.






Í havanum hjá mær vaksur ein stórur buskur av bótarurt. Bótarurt er eitt gott føroyskt navn fyri løvstikke. Bótarurt hevur smakkin og luktin av góðari bót, sellarí, leyki og eitt hint av pipar. Hon er ein spennandi kryddurt, sum kann nýtast til mangt og hvat. Eg havi ikki sæð hana á hyllunum í handlunum, men í nógvum havum í Føroyum.  Í Danmark er løvstikke mótamatur í løtuni. Tað vaksur sum ókrút, og tað er sera lætt at fáa eitt sindur burturav rótini frá øðrum og so fáa tað at vaksa. Eg havi brúkt bótarurt til hesa salatina, fært tú ikki fatur á bótarurt, kanst tú nýta aðrar kryddurtir í staðin, so sum persille.




1/2 - 3/4 spíðskál
1/2 blomkál
ein lítlan neva av bótarurtabløðum
1 spsk persille (fryst riggar væl)
3 spsk sitrónolja
1 spsk sitrónsaft
1/4 - 1/2 tsk fínt salt
1/2 tsk honning

Sker spíðskál í tunnar strimlar og blomkál í heilt lítlar blomkálsbukettir. Karva bótarurtina fínt. Rør sitrónolju, sitrónsaft, persillu, salt og honning saman. Blanda alt. Lat salatina standa og trekkja í í minsta lagi 1 tíma.

Salatin riggar væl afturvið øllum møguligum, eisini búffum og høsnarunga av webergrillini.

Vælgagnist.



Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?