2. april 2014

Kotelettir í sinnops- og honning laka við grønmeti og epla-sellarímorli




Fullkomiliga einfalt: Hetta er leskiligur, sunnur og rímuliga bíligur gerandismatur. Lætt at fara í holt við og tað smakkar virkuliga væl. Tú kanst eta væl við góðum huga og samvitsku.

Hendan uppskriftin er úrslit av, at eg havi fingið ein nýggjan grønmetisskerara. HURRA - aftur ein nýggj køksgadget at royna. Ein sum kann skera í flísar, julienne og chipsbitar. Hann er effektivur og eitt - tvey - trý liggur alt grønmeti í smáum og stórum elegantum bitum á køksborðinum. Akkurát sum í reklamunum. Men sum so ofta sætt áður, fer hesin undurfulli skerarin neyvan at kollvelta mína køksverð. Tá samanumkemur spari eg kanska 5-10 minuttir í skeringartíð og tað eru ikki teir mest strongdelvandi 5-10 minuttirnir í matgerðini. Maturin smakkar hvørki verri ella betri, hvussu hann er skorin.



Umleið 800 gram av nakkakotilettum
6-8 gularøtir
2 purrir
3 fed av hvítleyki

2 dl súrepladjús
1/2 dl sitrónsaft
2 tsk dijon sinnop
1 tsk honning
Salt og pipar

Umleið 1 kilo av eplum
1/2 sellarírót
1 dl mjólk
Ein lítlan klump av smøri 10 - 15 gram

Rætturin skal í ovnin við loki á. Nýt eina lítla steikisúgv, eitt eldfast fat, sum er pakka væl inn í staniol, ella eina grýtu, sum kann fara ovnin við loki á. Sker gularøtir og purrir smátt, karva hvítleykin smátt og legg í fati ella grýtuna. Rør súreplajuice, sitrónsaft, sinnop og honning saman og rør salt og pipar í. Stoyt yvir grønmeti. Kryddað kotilettirnar við salt og pipar og legg tær omaná. Dekka til ella legg lok á og set í heitan ovn - 175 gradir hitaluft í umleið 40 minuttir.

Flys og sker epli og sellarí í smáar bitar. Eg brúkti chipsskeraran. Kóka í ósaltaðum vatni í 20 minuttir ella til tað er væl kókað ígjøgnum. Stoyt vatnið frá og lat eplini og sellaríi standa og dampa eina løtu til tað er turt. Hita mjólkina. Píska epli og sellarí væl til morl og piska mjólk og smør í. Smakka til við salti.

Soðið smakkar virkuliga væl og eg haldi ikki at tað er neyðugt at javna tað. Set fati á borðið beint úr ovninum og hav epla/sellarí morlið afturvið.

Væl gagnist

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?