4. marts 2012

Farsbreyð við grønmeti

Gerandis matur skal vera sunnur, bíligur og skjótur at gera. So vit kunnu verða kløn, hava góða heilsu, síggja gott út og fáa tíð til alt tað sum vit hava hug til, og eiga ella føla okkum noyddan til at gera. Men tað er sørindansimeg ikki bara so sum so, at finna uppá sunnan-bíligan-skjótan døgverðamat. Sjálvt um eg lesi nógvar, ræðuliga nógvar, uppskriftir, standi eg javnan og veit ikki hvat eg skal finna uppá til døgverða. Onkuntíð finni eg uppá okkurt sum eg hugsi, at hetta má eg minnast til. Men næstu ferð eg standi og veit ikki hvat eg nú skal finna uppá, er tað farið í gloymibókina . Tað ber ikki til at eta karrybollar ella spagetti við kjøtsós fleiri ferðir um vikuna.

Men dagarnir við góðum hugflogi koma av og á og her er eitt sunt-bíligt-skjótt úrslit, sum var væl móttikið av ungum sum eldri.

700 -800 gram hakkað oksakjøt
2 miðal leykir
2 fed hvítleyk (evt.)
2 lítil egg
3 spsk hveitimjøl
2 dl. mjólk
1½ tsk salt
½ tsk timian
½ tsk salvie
pipar 


Brúka tað grønmeti tú eigur inni saman við 2 fedum av hvítleyki. Eg brúkti

1 purra
2 piparfruktir
3 stórar gularøtir
ein rest av soppum, uml. 150 gram.

Man kann eisini brúka leyk, brokkoli, blomkál, squash, kál, blaðsellarí, røtir og annað sum tú hevur hug til.

Koyr alt til farsbreyði í eina hvirlu og lat hana koyra til farsið er koyrt væl saman. Stoyt í eitt eldfast fat ella eina lítla steikisúgv og forma til eitt breyð. Sker grønmeti í líka stórar bitar, karva hvítleykin smátt og steik eina lítla løtu í 2 spsk olivenolju. Salta og legg tað rundan um farsbreyðið. Dekka fatið til við staniol ella einum loki. Baka í 185 gradir hitaluft í 30 minuttir. Hav eplir afturvið.

Vælgagnist.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?