12. januar 2012

Suppa til nógv



Hesar myrku køldu mánaðarnar, er gott at síggja fólk, sjálvt um orkan til gestaboð ikki er tann mesta. Ein góð heit suppa við nógvari fyllu er væl hóskandi og ikki óyvirkomilig at gera, tá tú fært nógvar gestir.

Henda portiónin var ríkiligt til 20 fólk og nokk til døgverða dagin eftir. Tú skalt brúka eina 15 liturs grýtu og eina minni til at kóka pasta í

5 - 6 stórar leykir
6 - 7 fed hvítleyk
2 kg gularøtir
2/3 blaðsellarí
750 g til 1 kg fínar ertrar
½ - 1 kg pasta (smag og behag)
450 - 500 gr. bacon (3 pakkar av teimum í bitum)
eitt sindur av olivenolju at steika í
2 ds. kidneybønir, gjarna í kilisós
2 dósir á 140 gr. tomatkonsentrat
1 spsk timian
2 spsk sukur
2 spsk súreplaedik
8 litur suppu (eg brúkti klar boullion 16 terningar)

Byrja við at skera og karva alt sum karvast kann. Leykir groft, hvítleyk fínt, gularøtir í flísar, blaðsellarí í tunnar flísar, bacon í smáar bitar. Kóka pasta so tað er næstan la dente. Fyri at stytta um tíðina kannst tú kóka pasta fyrst og síðan seta vatn útá í grýtuni, so verður skjótari at kóka suppuna  upp.

Svitsa bacon í olivenolju. Tak tað upp við eini sóspón og svitsa alt grønmeti, uttan ertar, til leykurin sær klárur út. Koyr meira olivenolju í, um tað er neyðugt. Koyr tomatkonsentrat í og lat tað svitsa við eina lítla løtu. Stoyt suppu í ella vatn og terningar. Tá tað er komið uppá kók, skulu baconbitarnir í aftur saman við timan og lat tað kóka í max 10 minuttir. Fylg við hvussu gularøturnar skikka sær, tær mugu endiliga ikki gerast ov bleytar, men hava bit í. Koyr kidneybønir við vætu í , kóka upp og sløkk. Lat sukur, edik, frystar ertar og pasta í, legg lokið á og lat tað standa til tað er klárt at eta. Smakka til. Grýtan er so stór, at hon kólnar ikki í bræði.

Hav heimabakað breyð afturvið.

Vælgagnist.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?