30. april 2012

Yogurtísur við hindber


Hindber og jarðber er nógv meira enn smakkurin, tað er lukturin og kenslan av vár og summar og sól.  Av summarferium, hugna og góðari tíð. 

Eg eri ein heppin eigari av eini ísmaskini. ein ordilig ein, sum fyrstur beinanvegin. Summar maskinur, skulu standa í frystarunum í eitt døgn frammundan tær skulu brúkast. Tað havi eg slett ikki tol til. Mín er stór og tung og kann gera lekran kremutan ís. 

Vit eiga eitt fanstastiskt meiaríð í Føroyum. MBM hevur so nógv góð produktir og tað er virkuliga eingin orsøk til at keypa innfluttar mjólkavørur. Serliga rómi og yogurt skara framúr í konsistensi og dygd. Tað einasta eg havi at fýlast á, er at tann reina yogurtin er dekan og súr. Yogurt kann brúkast til alt møguligt, millum annað ís.

3 dl (6 dl) drenað rein lættiyogurt
300 gram fryst hindber
1,5 dl florsukur
1 tsk vanilju sukur
1 1/2 rómi
100 gram hvít sjokolada

Klæð eitt dørslag við einum tunnum stykki av klæði ella bara við køksrullu. Klæði er betri, tí køksrulla skrædnar so illa tá hon er vát. Stoyt uml. 6 dl av renari lættiyogurt í og lat tað standa og dryppa í nakrar tímar, í minsta lagi 4 tímar, til yogurtin er tjúkk og kremut. Tað ber sjálvsagt til at fara tann skjóta vegin og brúka griska yogurt.  Blanda hindber og sukur og lat tað tiðna eitt sindur. Karva sjokoladuna. Blenda hindberini og rør síðan alt tilfarið saman.

Lat tað koyra  í ísmaskinuni til tað er sum softice og lat ísin frysta lidnan í einum formi. Men tað er ikki absolut neyðugt, tí ísurin er eisini lekkur hálvfrystur. Hevur tú ikki eina ísmaskinu, ber til at koyra tað beint í frystaran og røra regluliga, uml. hvønn hálva til heila tíma, til ísurin er sum softice.

Ísurin riggar afturvið øllum møguligum, tað er bara at lata hugflogið fara í gongd. Vit høvdu mandlusmákakur afturvið.

Vælgagnist.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?