20. november 2011

Hindberkaka við hvítari sjokolátu

Hindberkaka við hvítari sjokolátu


Leygarkvøld og Barnaby er á skránni. Tann nýggi Barnaby er fínur og glíður væl og lættliga niður. Vit søkka niður í sofuna og sløkkja fyri  BADH, skatting av pensiónum og øðrum nútíðartrupulleikum. Afturvið morð í Midsommer fáa vit kaffi og hindberkaku.


Marengsbotnur
2 eggjahvítar
100 gr. sukur

Hindberrómi
uml. 150 - 200 gr. fryst hindber
1 pk. av róma
3 spsk av sukri
1 tsk vaniljusukur

100 gr. hvít sjokoláta

Set hindberini at tiðna í eini skál og stroyð sukur og vaniljusukur út yvir.

Meginreglan fyri maregns er 50 gram av sukri til 1 eggjahvíta. Um man bara brúkar ein botn, kann hann væl vera eitt sindur tjúkkur og tá er 2 eggjahvítar passaligt. Um man vil hava 2 botnar til at leggja saman, hevði eg gjørt botnarnar tynri og so brúkt 3 eggjahvítar og 150 gr. av sukri.

Píska eggjahvítarnar so stívar, at tú kannst venda skálini upp og niður. Píska sukri í í smáðum, koyr ikki alt í í senn. Smyr á bakipappír á stødd við tað fatið tú skalt brúka. Til marengs riggar tað best at brúka tað bakiundirlagið, sum man kann brúka umaftur. Pappír setur seg altíð fast og so kann man brúka restina av degnum uppá at pilka tað leyst undan. Hitt riggar perfekt hvørja ferð.

Baka botnin 1 tíma á 130 gradir hitaluft.

Píska róman rættuliga stívan, tí berini hava nógva vætu og rómin kann gerast rættuliga tunnur, um hann ikki er nóg stívur. Ver varin, tí knappliga er rómin smør! Rør hindberini væl saman við sukrinum og vend alt varðisliga saman. Breið hindberróman út yvir botnin. Hakka sjokolátuna og stroyð útyvir.

Vælgagnist.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?