26. november 2011

Pitabreyð við raspaðum flaki og tatarsauce

Hvat ger man eitt vanligt kvøld, tá helvtina í húsinum eru úti og tú ikki tímur at gera døgverða? Tað er freistandi bara at steikja speilegg, men tað kann man ikki gera hvørja ferð...? Í boksini átti eg raspað flak og ein pakka av pitabreyð. Í køliskápinum fann eg eina rest av icebergsalat og gularøtir, umframt alt til tatar-sauce uttan súrróma. Tað var skjótt at skaffa.Úrslitið var frískligt, lekkurt og meira sunt enn ósunt. Tað gleið væl niður.

Eg eri tann lukkuligi eigarin av einum minihakkara frá Tubberware, tað er eitt fantastiskt amboð. Man leggur bara tað sum skal hakkast í, hálar 4 ferðir við snórinum og svups! - so er alt perfekt fínthakkað. Einki við at nørkla við at hakkað hvítleyk, chili, kryddurtir longur. Hugsa sær, at man kann verða so glaður fyri eitt køksamboð. Hakkarin kom til góða nýtslu til tatarsauce'ina.

Strimla salatina og rív gularøtina groft. Steik flaki og hita pitabreyði í ovninum.

1 pk súrrómi 9%
2 spsk mayonaisi (eg veit - eg veit, men mayonaise fær dressingina at hanga saman)
1 lítla leyk
2 spsk frysta persillu
1 stóra tsk. dijon sinnop (ella bara sterkan sinnop)
1 stóra ella 2 smáar súltaðar drúvuagurkir
2 spsk kapers

Leykur, drúvuagurkir og kapers skulu hakkast. Tað er lætt um tú eigur ein minihakkara. Annars mást tú í gongd við knívin, men tað er skjótt yvurstaðið. Rør alt saman.

Fyll pitabreyðið og enjoy.

Vælgagnist.



Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?