20. november 2011

Ovnstoktur fiskur og broccolisalat við granateplakjarnum

Lat tað vera sagt, so tað eingin ivi er um tað: Fríggjakvøld er besta kvøld í vikuni. Vikan er liðug og tað eru tveir heilir frídagar fyri framman. Tá skal man eta gott, okkurt sum øll í húsinum dáma og tey vaksnu fáa vín afturvið. Tað er ein kensla av frælsi og sum um man vaskar vikuna av sær. Vit gleða okkum altíð til fríggjakvøldsdøgverðan. Sum oftast fá vit dessert, men hesaferð tømdu vit bara frystiboksina fyri restir av ísi.


Eg hevði fingið nakrar smáðar kongafiskar.Tað er nokkso óvanligt at fáa fatur á, so tað ber væl til at brúka annan hvítan feskan fisk. Kongafiskur er ein virkuliga lekkur fiskur, nokkso fastur í tí. Og ver ikki so bangin fyri at stinga teg av fjaðrunum, tað er ikki so ringt sum tað ljóðar. Eg stakk meg nakrar ferðir og har var einki at føla dagin eftir.






Fyrst varð fiskurin kruvdur, fjarðarnar kliptar av og roðsli reinsað av. Sker einar 2-3 ferðir í skræðuna á hvørjari síðu og legg í eina skuffu. Hava tit flak so legg tey beint í skuffuna. Stroyð við salt og pipar og dryppa við olju og citrónsaft. Eg brúkti citrónolju, men bæði oliven og rapsolja riggar væl. Vend og endurtak.



Hita ovnin til  250 gradir hitaluft, set fiskin inn og skrúða niður til 235 gradir. Steik fiskin í uml. 20 minuttir ella til hann er liðugur, tað sær man lættliga. Hvussu leingi hann skal steikjast, kemur an uppá fiskin.



Broccolisalat við granateplakjarnum


1 frískt broccoli
½ granatepli
1 piparfrukt
3 várleykir
1 neva av breiðblaðaðari persillu
Dressing
3 spsk olivenolja
2 spsk hvítvínsedik
1 pressað hvítleykfeds
1 tsk dijonsinnop
1 tsk honning
salt

Tað kann vera eitt sindur ringt at fáa granatepli og breiðblaðaða persillu. eg havi funnið bæði í Miklagarði fríggjadagar. Um man ikki finnur breiðblaðað persillu kann man brúka eitt sindur av rucula ella bara gera salatina uttan.

Byrja við at røra dressingina saman, so hon kann standa og trekkja eina løtu. Sker grønmeti í passaligar bitar og tak kjarnurnar úr granateplinum. Broccoli skal blancherast - ikki kókast. Legg tað í kókandi vatn í fá sekundir, max. 15, stoyt í eitt dørslag og lat kalt vatn renna yvir. Blanda grønmeti og dressing saman tá broccoli er kalt.

Afturvið  fiskinum og salatini, fingu vit epli og hollandaise sauce - og eina fløsku av chardonney hvítvíni frá Argentina.

Vælgagnist.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?