30. december 2011

Rullupylsa

Hendan rullupylsan liggur ikki nógvar dagar í køliskápinum hjá okkum, hon er populer hjá ungum og eldri. Hon er løtt og skjót at gera til.

Tað er so lætt at keypa pálegg í flísum, men heimagjørt smakkar 10 ferðir betri. Pengapungurin hevur eisini gott av, at man ger ein eyka innsats. Hygg at kiloprísinum til rullupylsu í flísum, tað er ikki fyri sartar sálir. Tú fært hesar góðu íslendsku síðirnar nærum allastaðni, 2 í einum pakka fyri uml. 28 kr. Kryddaríðir og leykur kostar ikki tað stóra. Einasta íløgan tú skalt gera er í eina 1,5 liturs sodavatnsfløsku og rullupylsunet. Tað fær man í keypsamtøkuni og Miklagarði.

2 lambssíðir
1 - 2 leykir, smáttkarvaður
2 fed hvítleyk, smáttkarvaður
1 tsk turkað salvie
1 tsk turkað timian
salt og pipar
5 bløð husblas

ein avskorin 1,5 liturs fløska
rullupylsunet - man plagar at fáa 1 metur, tú brúkar uml. 1/3. So goymur tú bara til næstu ferð.

Sker beinini úr síðunum. Legg knívin flatan og sker varðliga, lyft beinini upp so hvørt. Síðan er tunn og tað er lætt at skera hol á. Royn at sleppa undan at skera hol á.

Legg síðurnar við síðuna av hvørjari aðrari. Byrja við at salta, hemmiligheitin til eina góða rullupyslu liggur í saltingini. Brúka fínt salt. Salta til tú heldur at nú er nokk og salta so eitt sindur afturat. Rullupylsa krevur nógv salt og hon verður keðilig, um hon hevur fingið ov lítið salt. Mal ríkiligt av pipari yvir. Um tú enn ikki hevur eina piparkvørn, so fær og keyp eina beinanvegin. Tað er klassamunur á nýmalnum pipari og liðugtmalnum í posa. Bara lukturin. Stroyð síðani salvie og timian á og síðani leyk og hvítleyk. Legg husblas omaná. Lambssíðurnar er rættiliga soltnar, av ti at har er lítið feitt til at halda tær saman, má husblas í. Legg síðurnar omaná hvørja aðra og rulla fast saman.

Sker botn og topp av eini 1,5 liturs fløsku, so bara tað breiðasta er eftir. hála rullupylsunetið upp á fløskuna. Tað kann vera eitt sindur tvørligt, men man finnur skjótt ein teknik, við at halda um við báðum hondum og smoyggja uppá. Lat ein snipp hanga fyri annan endan.

Nú kemur cirkusnummari. Legg rullupylsuna inn gjøgnum "tóma"  endan av fløskuni, vend henni eitt sindur uppeftir og lat rullupylsuna glíða oman í neti. Tak  um endan í netinum og hála ígjøgnum. Klipp netið av soleiðis at tað er langt nokk til at binda ein knút. Hokus, pokus - rullupylsan er klár at kóka.

Kóka pulsuna í saltaðum løði í 1 tíma og 10 minuttir. Sløkk undir grýtuni, tak lokið av og lat hana liggja í grýtuni til løðurin er so kaldur, at tú kanst koyra hondina niðurí. Legg pylsuna undir press. Hevur tú ikki eina rullupylsupressu, kannst tú leggja hana í eina kakuform og leggja ein annan form omaná, sum tú fyllur við mjólkapakkum, sukurpakkum og líknanda. Tá pylsan er heilt køld, er hon klár.

Vælgagnist.

2 kommentarer:

  1. Also leggur tú eina síðu OMANÁ hina?

    SvarSlet
  2. Ja, eina síðu omaná hina. Men kanska eitt sindur forskotið, so endin omaná ikki er so tjúkkur. Á tann hátt, hongur hon eisini væl saman.

    SvarSlet

Hevur tú eina viðmekring ella einhvønn spurning?